Coronaráðgevingin
Ein nýggj coronaráðgeving við fakfólkum frá millum annað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er sett á stovn. Coronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittubreiðslu.
Fyri at seta teg í samband við ráðgevingina, kanst tú senda ein teldupost til corona@arb.fo. Ella tú kanst ringja til Coronalinjuna, sum setir teg í samband við ráðgevingina.
Coronalinjan hevur telefonnummar 30 40 40, og tú kanst ringja mán-hós kl. 13-15.
Arbeiðsumhvørvi og covid-19 (coronavirsu)
Føroyska arbeiðsumhvørvislóggávan hevur ikki ítøkiligar reglur um støður, har ein altjóða smittuvandi kann gerast ein trupulleiki fyri arbeiðsumhvørvi.
Lóggávan ásetur tó, at arbeiðsgevarar skulu fremja munadygg tiltøk fyri at verja starvsfólkini, tá arbeiðsgongdin ella viðurskiftini, har arbeiðið verður framt, kunnu hava við sær vanda fyri smittu.
Hetta er serliga viðkomandi á arbeiðsplássum, har starvsfólkini eru í sambandi við nógv fólk. Í sambandi við arbeiðsferðir eigur møguligi smittuvandin at verða umhugsað.
Somuleiðis hava starvsfólkini skyldu til at stuðla fyribyrgjandi tiltøkunum, sum arbeiðsgevarin setur í verk - millum annað við at kunna arbeiðsgevaran, um tey eru ella hava verið í samband við fólk í smittuvanda, ella um tey hava ferðast til serliga rakt øki í heiminum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur tískil framleitt nakrar serligar vegleiðingar, ið snúgva seg um arbeiðspláss og covid-19 (corona).
Hesar eru:
- Innanhýsis kunning til starvsfólk – tilmæli um hvussu arbeiðspláss eiga at skipa fyri kunning.
- Skipan av arbeiðinum – tilmæli um hvussu arbeiðspláss eiga at skipa seg.
- Kaffisteðgir, kantinur og annað – tilmæli um hvussu arbeiðspláss eiga at skipa kaffisteðgir, kantinur og annað.
- Reinføri og arbeiðsplássi – hvussu eigur reinføri at verða skipað.
- Handlar og smittufyribyrging
- Frávik kunnu gerast frá ásetingunum um hvílitíð
- Fyribyrg coronasmittu á byggiplássum
Føroya Landsstýri hevur gjørt eina sersíðu við kunning, vegleiðing og tilmæli um covid-19 (coronavirus), ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til, at arbeiðspláss og einstaklingar vitja. Sí: www.corona.fo.