Frávik kunnu gerast frá ásetingunum um hvílitíð
Arbeiðsumhvørvislógin ásetur, at frávik kunnu gerast frá reglunum um hvílitíð og frísamdøgur, tá viðurskifti eru, ið koma óvart á. Frávikini kunnu gerast í tann mun, tað er avgerandi neyðugt, og ásetingin um hesi frávik verður tikin í nýtslu í sambandi við coronasmittuna/covid-19.
Hetta merkir, at arbeiðspláss, ið eru undir serligum trýsti orsakað av covid-19, eitt nú sjúkrahús, døgnstovnar, heimarøkt og tilbúgving kunnu gera frávik frá reglunum um eina hvílitíð á minst 11 samanhangandi tímar. Tó skal hvílitíðin í minsta lagi verða 8 samanhangandi tímar.
Harumframt ber til at víkja frá reglunum um sunnu- og halgidagsarbeiði, um so er, at hetta er avgerandi neyðugt fyri útinnanina av arbeiðinum. Hetta frávikið kann eisini vera galdandi fyri t.d. tær fyritøkur, ið skulu útvega matvøruhandlum vøru.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal í hesum sambandi leggja dent á, at arbeiðið – eisini í støðuni, sum Føroyar eru í orsakað av covid-19 – skal vera útint á ein tryggan hátt. Eisini skal upplýsast, at sum endurgjald fyri mista frítíð orsakað av regluligum sunnudagsarbeiði, hava starvsfólk seinni rætt til aðra samfelda frítíð.