23. mar. 2020

Fólk eiga ikki at gera sítt egna handspritt

Í løtuni er ein rúgva av uppskriftum í miðlunum og á netinum um, hvussu ein kann framleiða sítt egna handspritt, men Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir staðiliga frá, at hetta verður gjørt.

Handsóttreinsanarevni eru ofta gjørd burtur úr einum ella fleiri sløgum av alkoholi t.d. ethanol ella propan-2-ol, sum eru sera eldfim. Tað er tí stórur vandi fyri, at eldur kann koma í, ella at viðkomandi brennir seg, tá ið arbeitt verður við alkoholi.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir í heila tikið fólki frá at stoyta vandamiklar eldfimar blandingar í eitt annað ílat, enn tað, sum tað verður selt í, av tí at hetta kann leiða til sera vandamiklar støður. 

Tað er harumframt stórur vandi fyri, at ikki-yrkisfólk blanda tilfarið við skeivum blandingslutfalli, ella nýta tað skeiva tilfarið. Ein skeiv blanding kann gera tað, at framleiðslan møguliga ikki drepur virusið á nóg munadyggan hátt og harvið gevur ein falskan tryggleika, ella at ein ger eina ov sterka blanding, sum kann elva til hjáárin, so sum húð- og eygnairriterilsi ella tað, sum verri er.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd