19. mar. 2020

Handlar og smittufyribirging

  1. Ger tað møguligt hjá viðskiftafólki at spritta hendur, tá tey koma inn í handilin.

  2. Spritta handtøk á kurvum og vognum regluliga. Spritta handtøk á hurðum, um handilin ikki hevur sjálvvirkandi hurðar.
     
  3. Avmarka talið av fólki í handlinum, soleiðis at tað er møguligt at halda almennu tilmælini um, at ikki fleiri enn 10 fólk savnast og at fólk halda eina frástøðu á 2 metrar.
     
  4. Avmarka í størstan møguligan mun beinleiðis samskifti millum starvsfólk og kundar.
     
  5. Set strikur í gólvið framman fyri kassan við einum millumrúmi á 2 metrar, soleiðis at fólk í bíðirøð betri kunnu fylgja tilmælinum um at halda eina frástøðu á 2 metrar. Lat bert eitt viðskiftafólk leggja vøru á kassabandið í senn, soleiðis at fólk ikki standa tætt framman fyri kassan.
     
  6. Starvsfólkið við kassan eigur at nýta einnýtishandskar fyri at verja seg fyri smittu frá vørum. Starvsfólkið eigur at skifta handskarnar, tá tað fer frá kassanum. Starvsfólkið eigur eisini at hava møguleika fyri at spritta hendurnar, tá tað er neyðugt.
     
  7. Um tað ber til, verður mælt til, at ein glas-/plastveggur verður settur upp framman fyri starvsfólkið, sum situr við kassan. Hetta fyri at verja fyri kundum, ið kanska njósa ella hosta.
     
  8. Um tað ber til, verður tilmælt at flyta gjaldsterminalin soleiðis, at hann ikki er beint framman fyri starvsfólkið.  
     
  9. Ger tað møguligt hjá kundum at spritta hendur, tá tey fara úr handlinum og hava nortið við innkeypskurvar og vognar.

Sí plakat

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd