
Nýggi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum vitjar Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Nýggi landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen, var í dag á vitjan hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Á vitjanini kunnaði Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, nýggja landsstýrismannin um millum annað fjølbroyttu virkisøkini og virksemið hjá stovninum. Eftir hetta varð landsstýrismaðurin vístur runt á stovninum, har hann fekk høvið at heilsa uppá starvsfólkini á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
KUNNING
03. mai. 2022
Trý nýggj oyðubløð til eløkið
13. apr. 2022
Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi
28. mar. 2022
Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum
24. mar. 2022