18. nov. 2021

Váttan frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til Fast Track skipan hjá Útlendingastovuni

18. november 2021 kom avtala millum landsstýrismannin í Umhvørvis- og vinnumálum og ráðharran í Útlendinga- og integratiónsmálum um Fast Track-skipan í gildi.

Tað er Útlendingastovan, ið góðkennir fyritøkur til skipanina – sí https://www.utlendingastovan.fo/

Fyri at fáa góðkenning krevst millum annað ein váttan frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum um at arbeiðsgevarin ikki at hevur útistandandi mál av týdningi við Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Søkjast kann um váttanina við at skriva til arb@arb.fo

Í samband við umsókn um váttan skal upplýsast heiti og v-tal á felagi / feløgum søkt verður fyri.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd