16. des. 2021

Eftirlitsátak við útlendskari arbeiðsmegi

Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og Politiið í Føroyum framdu í døgunum 19.-20. oktober 2021 eitt samskipað eftirlitsátak við útlendskari arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, har fólk frá øllum trimum myndugleikum luttóku í ófráboðaðum eftirlitsvitjanum.

Eftirlitsátakið var framt samsvarandi samstarvsavtaluni millum myndugleikarnar, ið hevur til endamáls at hava eftirkanna um arbeiðsgevarar halda reglurnar um arbeiðsumhvørvi, arbeiðsloyvi, skatt og meirvirðisgjald.

Eftirlitsátakið, sum varð framt í Norðoya- og Suðurstreymoyar økinum, var hesaferð málrættað eftir arbeiðsplássum í byggivinnuni og framleiðsluvinnuni. Samanlagt fimm arbeiðspláss vóru vitjaði. 

Í hesum sambandi kundu myndugleikarnir staðfesta:

  • at manglar vóru í arbeiðsumhvørvinum á nærum øllum arbeiðsplássunum
  • at manglar og ivamál vóru við skattligu viðurskiftini á onkrum arbeiðsplássum
  • at ongir manglar vóru við arbeiðsloyvum.

Myndugleikarnir eftirmeta nú hetta eftirlitsátakið og leggja til rættis komandi átøkini, har miðað verður eftir at raka so breitt sum gjørligt.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd