Umhvørvismálaráðið sent uppskot til kunngerð um gjøld fyri eftirlit sambært løgtingslóg um mát og vekt til hoyringar
Arbeiðs- og brunaeftirlitið kannar og váttar mátitól sambært reglum, ásettar við heimild í § 2, stk. 3-5 í løgtingslógini um mát og vekt.
Neyðugt er at áseta gjøldini, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið tekur fyri eftirlit sambært løgtingslóg nr. 68 frá 5. mai 2022 um mát og vekt, í kunngerð, av tí at bæði Landsgrannskoðanin og Løgmálaráðið hava víst á, at verandi loysn við príslista ikki er nøktandi.
Uppskotið til kunngerð ger ikki broytingar í verandi kostnaði, men talan er í høvuðsheitum um eina lógarfesting av verandi kostnaði.
2022 vóru inntøkurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum av málsøkinum 720 t.kr., meðan útreiðslurnar vóru um 850 t.kr.
Uppskotið til kunngerð og nærri frágreiðing er at finna á heimasíðuni hjá Umhvørvismálarðnum: sí https://www.umhvorvi.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/uppskot-til-kunngerd-um-gjoeld-fyri-eftirlit-sambaert-loegtingslog-um-mat-og-vekt