Nú kanst tú søkja um vinnukavarabræv á Vanganum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er komið á Vangan við sínari fyrstu tænastu.
Nú ber til hjá vinnukavarum og hjálparkavarum at søkja um og endurnýggja vinnukavarabræv talgilt.
Nýggja loysnin, sum er ment í samstarvi við Talgildu Føroyar, ger mannagongdina lættari og viðgerðina skjótari. Og kavarar sleppa nú undan óneyðugum pappírsarbeiði.
Hetta er fyrsta stigið í arbeiðinum at gera fleiri tænastur hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum talgildar, so tænastan verður skjótari og tryggari fyri øll.
Finn tænastuna á Vanganum í leinkjuni her.
KUNNING
03. mai. 2022
Trý nýggj oyðubløð til eløkið
13. apr. 2022
Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi
28. mar. 2022
Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum
24. mar. 2022