20. sep. 2018

Evnisdagur um harðskap og hóttanir fluttur til Dansifrøi

Vegna stóra undirtøku er evnisdagurin, ið skuldi vera í Smæruni, fluttur at verða í Dansifrøi.

Tann 24. oktobur skipar Arbeiðs- og brunaeftirlitið fyri einum evnisdegi um harðskap og hóttanir móti starvsfólki, ið starvast innan heilsu, røkt og umsorgan. 

Endamálið við evnisdegnum er at varpa ljós á harðskap og hóttanir sum arbeiðsumhvørvistrupulleika og geva íblástur til, hvussu hesin trupulleiki kann fyribyrgjast og handfarast. 

Evnisdagurin verður í Dansifrøi og er ætlaður leiðarum, limum í trygdarskipanini og øðrum áhugaðum starvsfólkum.


Fyrilestrarhaldarar verða:
Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Anna Arnfríðudóttir Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Pál Weihe, yvirlækni og professari, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu
Kári Leivsson, sálarfrøðingur á Sálarfrøðistovuni
Lisbeth Vang, deildarleiðari á Psykiatriska deplinum
Jógvan Jensen, leiðari fyri tilbúgving, ANSNI

Tað er ókeypis at luttaka, og boðast skal frá luttøku umvegis tilmelding@arb.fo í seinasta lagi 18. oktobur.

 

Trýst her fyri at síggja skránna fyri dagin.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd