08. jan. 2019

Gott arbeiðsumhvørvi er gagnligt fyri løntakaran

- At hava eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi er áhugamál hjá øllum, og tað er at gleðast yvir, at arbeiðsgevarar sjálvir í stóran mun gera ein innsats fyri at lúka krøvini í arbeiðsumhvørvislógini.

Hetta sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sum varðar av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Heðin Mortensen tók við landstýrissessinum í samferðslumálum síðst í november í fjør.

 

Øll føroysk arbeiðspláss skulu lúka treytirnar í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi. Lógin hevur til endamáls at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi og skapa grundarlag fyri, at virkini sjálvi kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar við vegleiðing frá og undir eftirliti av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

- Eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi er gagnligt fyri tann einstaka løntakaran, samband hansara við arbeiðsmarknaðin og fyri samfelagið sum heild, sigur Heðin Mortensen

 

Landsstýrismaðurin staðfestir, at talið av fráboðanum um arbeiðsvanlukkur hevur verið støðugt síðani 2015 og heldur, at ein frágreiðing er, at arbeiðsplássini hava tikið væl í móti teimum vegleiðingunum, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur gjørt og arbeiðsgevararnir hava gjørt eftir boðunum.

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at revsing fyri brot á arbeiðsumhvørvislógina hevur størsta týdningin.

- Tað, sum er týdningarmiklari, er at upplýsa og vegleiða, soleiðis at sleppast kann undan, at arbeiðsóhapp henda, sigur Heðin Mortensen.

Av avbjóðingum, sum liggja fyri framman nevnir landsstýrismaðurin trygdina í alivinnuni.

- Alivinnan hevur rættuliga tikið dik á seg, og har er ikki nóg nógv gjørt fyri tryggja arbeiðsumhvørvið, sigur Heðin Mortensen, sum væntar, at fokus verður sett á alivinnuna. Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at hetta økið er ein samanrenning millum myndugleikar á landi og sjógvi – millum Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Sjóvinnustýrið.

Landsstýrismaðurin frøist yvir, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið fyri nøkrum árum síðani fekk játtan til at seta ein sálarfrøðing.

- Sálarliga arbeiðsumhvørvið eigur at vera ein integreraður partur av arbeiðsumhvørvinum. Tað sálarliga arbeiðsumhvørvið eigur at verða avmystifiserað og tikið í álvara, sigur Heðin Mortensen.

Fyri tveimum árum síðani var táverandi Brunaeftirlitið lagt saman við Arbeiðseftirlitinum.

Landsstýrismaðurin ætlar at gera lógarverkið um brunaeftirlit greiðari. Í tilbúgvingarlógini er ein kapittul um fyribyrging og annað, sum eitt nú snýr seg um brunaviðurskifti. Kapittulin um fyribyrging og annað hoyrir til samferðslumálaráðið, meðan tilbúgvingarlógin annars hoyrir til fiskimálaráðið.

- Rættast er tí at skilja tingini at, soleiðis at tað verður heilt greitt, hvør hevur ábyrgd av hvørjum. Nýggja brunalógin verður ein rammulóg, sum skal fyllast út við kunngerðum. Tað verða ikki heilt stórar broytingar í mun til innihaldið í verandi lóg, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður.

 

 

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd