16. des. 2019

Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og Politiið í Føroyum framt fyrsta eftirlitsátakið við útlendskari arbeiðsmegi

Dagarnar 10.-11. desember framdu Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og Politiið í Føroyum eitt samskipað eftirlitsátak við útlendskari arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Talan er um fyrsta átakið eftir at samstarvsavtalan millum myndugleikarnar varð undirritað í september í ár.  

Átakið fevndi um eftirlit á fýra arbeiðsplássum – tvey í byggivinnuni og tvey í matstovu- og gistingarhúsvinnuni.

Í sambandi við eftirlitsvitjanirnar kundu myndugleikarnir millum annað staðfesta, at arbeiðsloyvir ikki vóru í lagi á tveimum arbeiðsplássum. Hetta hevði við sær, at viðkomandi starvsfólk fingu forboð fyri at arbeiða til loyvini eru fingin. Harumframt vóru manglar í arbeiðsumhvørvinum á øllum arbeiðsplássunum. Hetta hevði við sær, at arbeiðsgevararnir fingu freist til at fáa viðurskiftini í rættlag.

Komandi tíðina verður eftirmeting gjørd av átakinum, soleiðis at møguligar tillagingar kunnu gerast, áðrenn næsta átakið verður framt í januar/februar 2020. Fyribils eftirmetingin frá átakinum er tó, at mannagongdirnar riggaðu væl og at ábyrgdarbýtið millum myndugleikarnar var greitt. 

Endamálið við samstarvsavtaluni er at tryggja, at myndugleikarnir hava neyðuga sambandið fyri at kunna virka samskipað, skjótt og miðvíst. Fyri at tryggja hetta er settur ein samskipandi bólkur, mannaður við starvsfólkum frá øllum trimum myndugleikunum, sum hittist regluliga fyri at leggja átøkini til rættis.

Dentur verður lagdur á at hava eftirlit við, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um m.a. arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og arbeiðsumhvørvi.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd