18. mar. 2020

Kaffisteðgir, kantinur og annað

  • Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – í mesta lagi 10 fólk.

  • Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar) millum starvsfólkini, tí covid-19 (corona) smittar skjótt og lætt.

  • Minst til handreinføri - hav hondspritt tøkt, soleiðis at starvsfólk kunnu spritta hendurnar áðrenn og aftaná tey fara í kaffistovur, kantinur og onnur felagsøki.

    Mælt verður frá at hava sjálvtøkuborð ella líknandi. Um tað er møguligt, lat so starvsfólkini í kantinuni
    handfara og flýggja út matin. Skift borðbúnaðin ofta – t.d. 10. hvønn minutt.

  • Vaska kaffistovur, kantinur og felagsøki dagliga – serliga yvirflatur, ið kunnu virka smittuspjaðandi – t.d. borð, stólar, hurðar og trappugelendarar – sí leiðbeining um reinføri á arbeiðsplássum.

  • Skipað so fyri, at fólk sleppa undan at trýsta á somu støð, tá tey fáa sær kaffi ella vatn. Hesi felags kontaktstøðini kunnu gerast smittuspjaðarar.

Tilmælið um í mesta lagi 10 fólk eigur helst at vera fylgt. Er ikki møguligt at fylgja tilmælinum um, at í mesta lagi 10 fólk eru saman í senn (t.d. á flakavirkjum), er serliga umráðandi at hava serlig fyrilit og fyrivarni – m.a. at økja enn meira um reingerð av felagsøkjum, og at tryggja at fólk bert savnast í smærri bólkum.

Starvsfólk hava altíð eina skyldu til at virða og fylgja fyribyrgjandi átøkum, sum ein arbeiðsgevari setur í verk.

Sí plakat

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd