Vinnubræv sum spreingimeistari

Spreingiarbeiði skal fara fram undir leiðslu av einum spreingimeistara.

Spreingimeistarin skal tryggja, at spreingiarbeiðið verður útint á tryggan hátt, eftir ásetingunum í lógini ella eftir ásetingum, givnar við heimild í lógini.

Spreingimeistarin skal vera á staðnum, meðan gjørt verður klárt til spreinging og meðan sprongt verður. Eftir spreinging skal spreingimeistarin tryggja, at allar løðingar eru brostnar.

Útgerð og annar útbúnaður at nýta í sambandi við spreingiarbeiði skal verða kannaður av eigaranum og spreingimeistaranum hvørja ferð, hesi verða nýtt.

 

Hvussu søki eg um vinnubræv

Fyri at fáa tey loyvi til at virka sum spreingimeistari, skal umsøkjarin hava nøktandi kunnleika um spreingievni og kunnleika til at útinna spreingiarbeiði. Umsøkjarin skal tískil hava tikið lut á einum førleikagevandi skeiði í spreingitøkni. 

Harumframt skal umsøkjarin, undir leiðslu av einum góðkendum spreingimeistara, fyriskipa eina væleydnaða royndarspreinging, har umsøkjarin vísir fyri Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, at hann hevur neyðugu vitanina um fyriskipan av slíkum virksemi og handfaring av spreingievnum.

Umsóknin kann sendast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum umvegis teldupost ella vanligan post.