
Coronaráðgevingin
Coronaráðgevingin við fakfólkum frá millum annað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu ráðgevur almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittubreiðslu. Coronaráðgevingina kann eisini vegleiða um fyriskipan av almennum tiltøkum v.m.
Samband fæst við Coronaráðgevingina við at skriva til corona@arb.fo
Føroya Landsstýri hevur harumframt eina sersíðu við kunning, vegleiðing og tilmæli um covid-19 (coronavirus), ið Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir til, at arbeiðspláss og einstaklingar vitja. Sí: www.corona.fo.