Evni og tilfar

Ymisk evni og tilfar innganga í nógv sløg av arbeiði. Evni og tilfar, ið eru av slíkum slagi, at tey kunnu vera vandamikil fyri og minka um trygdina ella skaða heilsuviðurskiftini hjá starvsfólkum, mugu bert verða framleidd og nýtt í arbeiðsgongdum og arbeiðshættum, sum á tryggan hátt verja arbeiðsfólkini móti vanlukkum og sjúkum.

Viðurkendir normar og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu fylgjast.

Serligar reglur eru ásettar um:

  • serliga merking av evnum og tilfari, ið nýtt verða í arbeiði ella innpakking
  • skyldu til at seta í verk heilsufrøðiligar mátingar av luftdálking
  • fráboðan um evni og tilfar við skyldu til ávísing um viðurskifti, sum hava týdning fyri metan um, hvussu vandamikið evnið ella tilfarið er
  • at evni ella tilfar, ið kann vera vandamikið ella á annan hátt kann minka um trygdina og heilsustøðuna, ikki má nýtast, um hetta kann skiftast um við eitt vandaleyst, minni vandamikið ella minni ørkymlandi evni ella tilfar
  • at evni ella tilfar, ið kunnu vera vandamikil ella á annan hátt kunnu minka um trygdina og heilsustøðuna, ikki mugu nýtast til ávíst endamál ella innan serligt øki, áðrenn Arbeiðs- og brunaeftirlitsins góðkenning fyriliggur
  • at tøknilig databløð og líknandi frá framleiðara og innflytara av evni og tilfari skulu innihalda allar upplýsingar um evnið ella tilfarið og somuleiðis um ta ávirkan, hetta kann hava á trygdina og heilsustøðuna í arbeiðsumhvørvinum
  • um brúkaravegleiðing frá útvegamonnum og arbeiðsgevarum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið ásetir markvirði fyri evni og tilfar, og eisini eitt yvirlit yvir evni og tilfar, ið verða hildin at vera vandamikil ella minka um trygdina og heilsustøðuna.


reglur og vegleiðingar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum fyri nærri kunning.