23. mar. 2020

Fyribyrg coronasmittu á byggiplássinum

Coronavirus (COVID-19) smittar bæði í innandura og uttandura arbeiði. Arbeiðið á byggiplássum kring landið skal vera lagt til rættis eftir somu leiðreglum, sum eru galdandi fyri onnur arbeiðspláss.

Tað er umráðandi, at arbeiðið á byggiplássum er skipað soleiðis, at starvsfólkini eru væl vard fyri vandanum av at verða smittað av coronavirusi. Hetta er galdandi fyri bæði innandura og uttandura arbeiði.

Á byggiplássum við fleiri arbeiðsgevarum skulu fyriskipanirnar verða avtalaðar og samskipaðar ímillum fyritøkurnar. Arbeiðsgevarar skulu velja fyriskipanir, sum verja starvsfólkini so væl sum gjørligt fyri møguligum vandum. Arbeiðs- og brunaeftirlitinum mælir til – við støði í almennu ráðunum hjá heilsumyndugleikunum um fyribyrging av smittu av coronavirusi – at arbeiðsgevarar á arbeiðsplássum syrgja fyri:

 

  • At arbeiðið á tí einstaka byggiplássinum verður lagt soleiðis til rættis, at starvsfólkini kunnu arbeiða við einari góðari frástøðu ímillum sín.

  • At vøsk ella handspritt eru tøk hjá starvsfólkunum á øllum viðkomandi støðum á byggiplássinum.

  • At minka um sambandið við onnur. Tað kann gerast t.d. við at forskjóta møtitíðir, steðgir og tíðirnar, tá ið starvsfólkini fáa frí, soleiðis at starvsfólkini kunnu halda eina góða frástøðu ímillum sín í sambandi við t.d. klædnaskifti og eting.

  • At ein uppraðfestir regluliga reingerð og avsprittan av matarhølum, vesum o.ø. 


Arbeiðs- og brunaeftirlitið leggur dent á, at tað vanliga liggur á arbeiðsgevaranum at gera starvsfólkini varig við møguligar váðar, sum eru knýttir at arbeiðinum. Endamálið við hesum er eisini at skapa eina fatan hjá starvsfólkunum av týdninginum av, at tann einstaki verjir seg sjálvan fyri smittuni av coronavirusinum.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd