
AGA-Føroyar fingið endurnýggja løggilding at gera eftirlit við gasskipanum og gassinnleggingum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur tikið avgerð um at endurnýggja løggilding hjá AGA-Føroyar at gera eftirlit við gasskipanum og gassinnleggingum
Løggildingin er latin sambært kunngerð nr. 123 frá 22. august 2018 um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Løggildingin er galdandi fyri:
- Flokkur 1: Smærri gassskipanir til húsvognar o.a.
- Flokkur 2: Gassskipanir uttan útlufting til húsarhaldsnýtslu
- Flokkur 3: Stórkøkar (matstovur o.a.)
- Flokkur 5: Fyribils gassinnleggingar
- Flokkur 6: Gassinnleggingar til nýtslu í kanningarstovum og undirvísingarhølum
- Flokkur 7: Skúrvognar, matveitingarvognar o.tíl., ið ikki verður nýtt sum bústaður
Løggildingarlistin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er at finna á https://arb.fo/372