27. feb. 2019

25 føroyskir eftirkanningarlistar

Á heysti í 2018 fór Arbeiðs- og brunaeftirlitið í holt við at gera føroyskar eftirkanningarlistar til arbeiðsplássmetingar (stytt APM), sum arbeiðspláss kunnu nýta, tá ið tey gera innanhýsis metingar av arbeiðsumhvørvinum.

Hetta arbeiði er nú komið á mál, og tilsamans 25 eftirkanningarlistar eru tøkir á heimasíðu okkara. Trýst her fyri at lesa meira um eftirkanningarlistarnar.

Eftirkanningarlistarnir eru snikkaðir til hvørt einstakt arbeiðsøki ella vinnugrein, og innibera spurningar um viðurskifti, ið hava víst seg at verið ein arbeiðsumhvørvislig avbjóðing fyri ávísu arbeiðsøkini ella vinnugreinarnar.

Ein arbeiðsplássmeting er eitt amboð, ið kann nýtast til at fáa yvirlit yvir møguligar avbjóðingar ella trupulleikar í arbeiðsumhvørvinum, og kann verða við til at leggja lunnar undir arbeiðið at bøta um arbeiðsumhvørvið.

Eftirkanningarlistarnir innibera eina røð av ja/nei spurningum, og teir spurningar, ið fáa kross við ja, eiga at verða mettir sum avbjóðingar ella trupulleikar fyri arbeiðsumhvørvið. Arbeiðsplássið eigur tá at geva hesum gætur.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd