
Brunatrygd á kampingplássinum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið heitir á allar kamparar um at hava brunaviðurskiftini í lagi og gera seg kunnugar við trygdarkrøvini fyri kampingøkið.
Á øllum kampingøkjum eigur ein kunningartalva at vera við inngongdina til økið.
Kunningartalvan eigur at vísa á:
- At frástøðan millum hvørja kampingeind eigur at vera í minsta lagi 3 metrar
- At eingin kampingeind má standa innibyrgd, men eigur at kunna flytast til eina og hvørja tíð
- At rýmingarleiðirnar (til- og frákoyringarvegir) eiga at vera í minsta lagi 5 metur breiðar
- Hvar sløkkiútgerð er og hvussu hon verður nýtt
- Aðrar galdandi reglugerðir fyri kampingplássið
Mælt verður eisini til at:
- Tú kunnar teg um trygdarásetingar á kampingplássinum og hvar nærmasta sløkkiútgerð er
- Tú ikki grillar ov nær kampingeindini ella øðrum, ið kann brenna
- Tú altíð hevur sløkkiútgerð í nánd og til reiðar, tá ið tú grillar
- Tú hevur roykvarnara í kampingeindini
- Tú tryggjar tær, at gassfløskur, slangur og sambindingarliðir eru í góðum standi og verða kannaðir regluliga
Sí eisini vegleiðingina Trygd við grillina
KUNNING
03. mai. 2022
Trý nýggj oyðubløð til eløkið
13. apr. 2022
Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi
28. mar. 2022
Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum
24. mar. 2022