Fráfaringarløta á Arbeiðseftirlitinum
Fríggjadagin í farnu viku var fráfaringarløta á Arbeiðseftirlitinum í sambandi við at tilbúgvingarøkið tann 1. septembur flytur til Vørn, og at Leivur Persson samstundis gevst sum stjóri.
Á fráfaringarløtuni vóru starvsfólk og avvarðandi savnað á Arbeiðseftirlitinum. Høvi var at siga nøkur orð í sambandi við leiðsluskiftið og tær broytingar, sum nú fara fram á stovninum.
Leivur byrjaði sum deildarleiðari á Arbeiðseftirlitinum í 2013 og varð í 2017 settur í starv sum stjóri. Í starvinum sum stjóri hevur Leivur verið við til at menna stovnin, styrkja tað fakliga støðið og skapa góðar karmar um arbeiðið hjá starvsfólkunum.
Vit á Arbeiðseftirlitinum vilja takka Leivi og hinum starvsfólkunum á tilbúgvingarøkinum fyri gott samstarv og teirra íkast til stovnin og ynskja teimum blíðan byr framyvir.
Á myndini síggjast Leivur Persson, fráfarandi stjóri, og Tummas Pauli Juul, virkandi fyribilsstjóri.