Vinnubrøv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið útskrivar vinnubrøv til ymiskt virksemi, ið sambært føroyskari lóggávu krevur vinnubræv.
Meira kann lesast um ítøkiligu vinnubrøvini, og krøvini fyri at fáa hesi vinnubrøvini, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:
- Vinnubrøv til kranar
- Vinnubrøv til gaffiltrukkar
- Vinnubrøv til til vinnukavarar og kavarahjálparar
- Vinnubræv sum spreingimeistari
Umbýti av útlendskum vinnubrøvum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrivar út vinnubrøv grundað á skeið frá veitarum, sum myndugleikin hevur góðkent.
Góðkendu veitararnir eru at finna á løggildingarlistanum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Sambært norðurlendskum avtalum skrivar Arbeiðs- og brunaeftirlitið eisini út føroysk vinnubrøv, grundað á tilsvarandi vinnubrøv frá øðrum norðurlendskum myndugleikum.
Vinnubrøv frá londum uttanfyri Norðurlond verða bert umbýtt til føroysk, um hesi fyrst eru góðkend av øðrum norðurlendskum myndugleika.