Tøkni

Hugtakið ‘tøknilig hjálpartól’ fevnir um tekniskan útbúnað í breiðastu merking – frá stigum, byggipallum, kranum, trukkum, elevatorum og til størri ídnaðarskipanir, so sum dampketlar og frystiskipanir.    

Tøknilig hjálpartól skulu verða framleidd og skulu kunna nýtast soleiðis, at tey eru fult forsvarlig, hvat trygd og heilsu viðvíkur. Reglurnar viðvíkjandi nýtsluni galda eisini fyri umsiting, reingerð, umvæling o.a.

Viðurkendir normar og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu fylgjast.

Arbeiðsumhvørvislóggávan krevur, at ávís av hesum tøkniligu hjálpartólunum eru undir regluligum eftirliti av løggildum serkønum – og onkutíð Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.