Royking

Verandi løgtingslóg um tiltøk fyri at minka um royking er frá 2008. Endamálið við lógini er:

  • at tryggja øllum roykfrí umhvørvi
  • at tryggja, at innandura støð og flutningsfør, har almenningurin hevur atgongd, eru roykfrí og
  • at avmarka marknaðarføring og sølu av tubbaki

 

Nærri útgreinað krøv eru undir: lóg og kunngerð um roykfríttumhvørvi

Roykiavmarkingar

Sambært lógini er royking ikki loyvd innandura:

  • á almennum arbeiðsplássum
  • á privatum arbeiðsplássum, har fleiri enn eitt fólk starvast
  • á stovnum, sum veita dag- ella samdøgurstilboð til børn, ung og vaksin
  • í skúlum, á sjúkrahúsum og í varðhaldinum
  • á støðum, har almenningurin hevur atgongd
  • í flutningsførum, har almenningurin hevur atgongd

Tann, sum eigur, rekur ella ræður yvir stovnum, støðum og flutningsførum skal tryggja, at reglurnar um royking verða fylgdar.

Innflutningur, søla og lýsing av tubbaksvørum

Loyvt er ikki at lýsa við tubbaksvørum í bløðum, tíðarritum, bókum, kringvarpi, biografum, faldarum, á netinum, á skeltum, spjøldrum, o.ø.

Tubbaksvørur mugu ikki vera ein lutur í lýsingum fyri øðrum vørum ella tænastum.

Lýsingar í prentaðum dagbløðum og øðrum ritum, ið eru innlutt til Føroya, og sum ikki eru skrivað ella prentað í Føroyum, eru undantiknar forboðnum. Er endamálið við ritinum at lýsa við tubbaksvørum í Føroyum, so er forboðið tó galdandi. 

Undantikin er tubbaksvøra, um hon verður brúkt í ítøkiligum upplýsingar- og ávaringartiltøkum móti royking.

Loyvt er ikki at lýsa við ella á annan hátt at gera vart við ella at kunna um, at ávísar tubbaksvørur eru minni skaðiligar enn aðrar.

Á sølustøðum, har ein tubbaksvøra verður seld, skal tubbaksvøran vera fjald, so at hon als ikki er sjónlig fyri viðskiftafólkunum.

Tað er bert loyvt at flyta tubbaksvørur inn til Føroya til vinnuligt endamál. Harumframt er tað bert loyvt at selja slíkar vørur, um tær eru merktar við einum ávaringarteksti samsvarandi reglunum, ið landsstýrismaðurin hevur ásett um heilsuvandar, ið standast av tubbaksnýtslu. Eisini skal ein innihaldslýsing av tjøruevni, nikotini, kolsúrevni o.ø. standa merkt á vørunum.

Sí annars kunngerð nr. 105 frá 9. desember 2008 um krøv til innandura roykirúm og ávaringartekst um heilsuvandar v.m.

Aldursmark

Tað er ikki loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til persónar yngri enn 18 ár. Er ivi um aldurin á keyparanum, kann søla bert fara fram, um keyparin skjalprógvar sín aldur.

Tað er ikki 18 ára aldursmark fyri sølu av tubakki.