Søga

Arbeiðseftirlitið

Arbeiðseftirlitið í Føroyum hevur sín uppruna í gamla ‘Fabrikstilsynet’ og ‘Dampkedeltilsynet’ frá 1870-árunum.  

Arbeiðsmarknaðarmál vóru millum fyrstu føroysku málsøkini, sum vóru yvirtikin, aftaná at heimastýrislógin kom í gildi í 1948.

Arbeiðseftirlitið varð sett á stovn við løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd og fór at virka frá 1975. Arbeiðseftirlitið avloysti tá gamla ‘Maskineftirlitið‘ og var fyrstu árini partur av teknisku fyrisitingini hjá Landsstýrinum.

Myndugleikin gjørdist sjálvstøðugur almennur stovnur í fyrru helvt av 1980’unum við Eli Davidsen sum stjóra.  

Í seinnu helvt av 1980-árunum vaks játtanin hjá Arbeiðseftirlitinum, og stovnurin varð deildur sundur í deildir kring landið. Stórar sparingar vórðu tó framdar fyrst í 1990-árunum, sum høvdu við sær, at deildirnar kring landið stongdu, og at stovnurin varð savnaður í Tórshavn.  

Í 2000 avloysti nýggja arbeiðsumhvørvislógin gomlu arbeiðaraverndarlógina frá 1974. Nýggja lógin breiðkaði virkisøkið hjá stovninum munandi.

Brunaeftirlitið

Brunaeftirlitið (fyrr Brunaumsjón landsins) varð sett á stovn í 1986 við heimild í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. Fyrstu nógvu árini var myndugleikin skipaður sum ein deild hjá Landsverkfrøðingastovninum, men varð seinni egin stovnur við Petur á Lava Olsen sum stjóra.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Í 2017 vórðu Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið løgd saman í ein stovn við heitinum Arbeiðs- og brunaeftirlitið.