Hagtalsportalurin

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur lagt til rættis eina nýggja og meiri umfatandi hagtalsgreining av dátum hjá stovninum. Greiningin fevnir sum nú er um hagtøl yvir arbeiðsóhapp, men fer seinri eisini at fevna um hagtøl frá t.d. eftirlitsvirksemi. 

Gamla skipanin kundi einans greina dáturnar út frá á kyni, skaðaári og vinnugrein. Við nýggju skipanini ber til at gera greiningar út frá fleiri enn 30 ymiskum tættum.

Eftir tilmæli frá Hagstovuni er vinnugreinabýtið í skipanini sett upp eftir evropeiska NACE leistinum, og útbúgvingarflokkingarnar gjørdar eftir ISCED leistinum hjá UNESCO. Ymiskar aðrar flokkingar eru gjørdar eftir sama leisti sum hjá øðrum norðurlendskum arbeiðsumhvørvismyndugleikum, soleiðis at føroysku hagtølini um arbeiðsóhapp nú í nógv størri mun enn áður kunnu samanberast við hagtølini frá norðurlendsku grannalondunum.  

Higartil ber til at gera greiningar yvir arbeiðsóhapp, sum eru fráboðað myndugleikanum í 2019 og 2020. Hagtølini frá árgangunum 2010-2018 verða væntandi tøk seinni í ár

Fyri at gera hagtølini atkomulig, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið ment hendan hagtalsportalin, har tað ber til at gera ymiskar greiningar av arbeiðsskaðahagtølum.

Hagtøl av hesum slag eru avgerandi fyri, hvussu Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar virksemið við eftirlitum og øðrum fyribyrgjandi átøkum.

 

Arbeiðsóhapp 2009-2020 (skift á kyn og ár)

Niðanfyri síggjast øll fráboðað arbeiðsóhapp frá 2009 til 2020 skift á kyn og ár. 

Vinnugreinar (skift á ár, kyn og útbúgvingarstig)

Niðanfyri síggjast øll fráboðað arbeiðsóhapp frá 2019 og 2020 skift á vinnugrein. Til ber harumframt at skifta talvurnar á ár, kyn og útbúgvingarstig.

Legg til merkis: Nógv fleiri kvinnur enn menn koma til skaða á heilsu og almannaøkinum, meðan nógv fleiri menn enn kvinnur koma til skaða í byggivinnuni. 

 

Slag av skaða (skift á ár, kyn og vinnugrein)

Niðanfyri síggjast øll fráboðað arbeiðsóhapp frá 2019 og 2020 skift á slag av skaða. Til ber harumframt at skifta talvurnar á ár, kyn og vinnugrein.

Legg til merkis: Fleiri menn enn kvinnur fáa sárskaðar og beinbrot. 

Arbeiðsuppgáva (skift á ár og kyn)

Niðanfyri síggjast øll fráboðað arbeiðsóhapp frá 2019 og 2020 skift eftir arbeiðsuppgávu, tá ið óhappið hendi. Til ber harumframt at skifta talvurnar á ár og kyn.

Legg til merkis: Kvinnur koma nógv oftari enn menn til skaða í sambandi við handfaring av persónum. 

Skaðaháttur (skift á ár, kyn og útbúgvingarstig)

Niðanfyri síggjast øll fráboðað arbeiðsóhapp frá 2019 og 2020 skift á skaðahátt. Til ber harumframt at skifta talvurnar á ár, kyn og útbúgvingarstig. 

Legg til merkis: Kvinnur eru nærum tríggjar ferðir so ofta út fyri harðskapi. Menn verða at kalla 3 ferðir so ofta raktir av lutum.

Útbúgvingarstig (skift á ár, kyn og vinnugrein)

Niðanfyri síggjast øll fráboðað arbeiðsóhapp frá 2019 og 2020 skift á útbúgvingarstig. Til ber harumframt at skifta talvurnar á ár, kyn og vinnugrein.

Legg til merkis: Flestu kvinnur, ið koma til skaða, hava annaðhvørt eina miðalhøga útbúgving ella próvbræv á 1-2 ár. Flestu menn, ið koma til skaða, eru annaðhvørt ófaklærdir ella hava eina yrkisútbúgving.

Tjóðskapur (skift á ár, kyn og vinnugrein)

Niðanfyri síggjast øll fráboðað arbeiðsóhapp frá 2019 og 2020 skift eftir tjóðskapi. Til ber harumframt at skifta talvurnar á ár, kyn og vinnugrein.

Legg til merkis: Fleiri útlendskir menn enn kvinnur eru í arbeiðsóhappi. Flestir útlendingar koma til skaða í byggivinnuni.