Eitt arbeiðsóhapp er, tá ið ein persónur fingið ein skaða í arbeiði fyri ein arbeiðsgevara.
Eitt arbeiðsóhapp skal fráboðast, tá ið óhappið hevur við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin.
Tað er altíð arbeiðsgevarin, ið skal senda Arbeiðs- og brunaeftirlitinum fráboðanina um arbeiðsóhapp.
Í Føroyum er ikki krav, at arbeiðspláss gera eina arbeiðsplássmeting. Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir tó øllum arbeiðsplássum til at gera eina arbeiðsplássmeting við jøvnum millumbilum.
Ein arbeiðsplássmeting kann brúkast til at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu arbeiðsumhvørvið er og kann vísa á øki, ið treingja til ábøtur.
Ein arbeiðsplássmeting gevur arbeiðsplássinum møguleika til at arbeiða systematiskt og effektivt við arbeiðsumhvørvinum á tykkara arbeiðsplássi. Ein APM er eitt amboð, ið tit kunnu nýta innanhýsis í tykkara arbeiði til at fáa greiðu á arbeiðsumhvørvinum. Sí meira um APM her.
Hóast meginregluna um, at børn undir 15 ár ikki kunnu vera sett í arbeiði, kunnu børn, ið eru fylt 13 ár, hava lættari arbeiði innan fyri avmarkað sløg av arbeiði, so sum lættari reingerð, upprudding og borðreiðing.
Ung undir 18 ár mugu ikki verða sett at handfara amboð og tól, evni og tilfar og tílíkt, sum kunnu verða vandamikil fyri tann unga, verða tey ikki handfarin rætt. Undantøk kunnu gerast, um ein persónur yvir 18 ár er til staðar í hølunum ella nærhendis tí unga og harvið kann hava eftirlit við og vegleiða tann unga.
Tá ið ung undir 15 verða sett í arbeiði, skal arbeiðsgevarin kunna foreldur ella verja um arbeiðið, herundir teir vanlukku- og sjúkuvandar, sum møguliga eru knýttir at arbeiðinum, og um tey tiltøk, sum eru gjørd viðvíkjandi trygd og heilsu.
Arbeiðsgevarin skal geva upplæring í arbeiðinum og gjølla kunna um møguligar vandastøður, og hvussu tær kunnu verða fyribyrgdar. Arbeiðsgevarin skal skrivliga vátta, at upplæringin og kunningin eru farnar fram, og hvat tær í høvuðsheitum fevndu um. Eisini skal tann ungi vátta, at upplæringin og kunningin eru móttiknar.
Í sambandi við arbeiði hjá ungum undir 15 ár skulu reglurnar um arbeiðstíð, hvíldartíð, steðg og frísamdøgur eisini verða fylgdar.
Tá ið talan er um brunatrygd í einum sethúsum, er tað tann kommunali byggimyndugleikin, ið skal hava fráboðanina.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur viðurskifti, ið snúgva seg um:
Loyvi til innflutning av fýrverki verður givið av landfútanum.
Umsókn um loyvi til innflutning av fýrverki skal verða sent landfútanum gjøgnum sýslumannin ella løgregluna, har sum umsøkjarin býr ella røkir vinnu. Við umsóknini skulu fylgja bíleggingarváttan, fakturi ella tílíkt, sum sigur frá:
1) vøruslagi,
2) stødd og samseting av satsinum, sum kann geva frá sær brest og
3) um fýrverkið kann gera eina reyða ljóseffekt ella eina appilsingula roykeffekt.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið umbýtir einans vinnubrøv frá øðrum londum, um ítøkiliga vinnubrævið longu er viðurkent í einum øðrum norðurlenskum landi so sum í Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi og Íslandi.
Samsvarar útlendska vinnubrævið ikki beinleiðis við eitt føroyskt, verður tað býtt um til lægri føroyskt vinnubræv, sum samsvarar so væl sum gjørligt við tað útlendska.
Kostnaðurin fyri at umbýta eitt útlendsk vinnubræv er 1000 kr.
Tú kanst søkja talgilt á heimasíðuni hjá myndugleikanum ella við einum vanligum oyðublaði, sum tú sendir við postinum ella við einum telduposti.
Hesi skjøl skulu sendast við:
Avrit av útlendska loyvisbrævinum
Kvittan fyri gjald á 1000 kr.
Passmynd
Tekur tú kranaskeið frá skeiðsveitara, sum er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, avgreiðir skeiðsveitarin skjøl og umsókn víðari til myndugleika fyri teg, eftir at tú hevur staðið ástøðiligu og verkligu royndina.
Harumframt innkrevur skeiðsveitarin gjaldið, sum er 1000kr., til myndugleikan.
Vinnubrævið verður sent tær við vanligum posti.
Er títt vinnubræv t.d. burturmist, kanst tú søkja um at fáa tað endurútskrivað. Kostnaðurin er 350 kr.
Tú kanst søkja talgilt á heimasíðuni hjá myndugleikanum ella við einum vanligum oyðublaði, sum tú sendir við postinum ella við einum telduposti.
Hesi skjøl skulu sendast inn til Arbeiðs-og brunaeftirlitið saman við:
Avrit av gamla vinnubrævinum
Kvittan fyri gjald á 350 kr.
Passmynd
Arbeiðsumhvørvislógin ásetur ikki eitt ítøkiligt mark fyri, hvussu tungt ein kann lyfta. Tó sigur lógin, at alt arbeiði skal verða skipað soleiðis, at tað kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt. Tá ið eitthvørt skal lyftast, skumpast ella dragast, er tí neyðugt at hava í huga, hvussu hetta kann gerast á ein hátt, ið er tryggur og heilsuliga forsvarligur.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið vísir til fylgjandi vegleiðingar um lyftingar:
Royking er ikki loyvd innandura á privatum arbeiðsplássum, har ið fleiri enn eitt fólk starvast.
Á privatum arbeiðsplássum kann leiðslan taka avgerð um, at loyvt er at roykja í serstøkum roykirúmum. Loyvið er tó treytað av, at roykurin ikki er til ampa í øðrum pørtum av bygninginum.
Hesi innandura roykirúm skulu ikki verða nýtt til gjøgnumgongd og kunnu ikki hava aðra funktión enn roykirúm.
Eisini skulu hurðar inn til roykirúm hava hurðapumpu, hurðafjøður ella líknandi, sum tryggjar, at hurðin vanliga er aftur.
Starvsfólk hava rætt til at fáa eygu og sjón kannað. Um kanningin vísir, at neyðugt er við skermbrillum ella linsum, og egnar brillur ikki kunnu nýtast, skulu starvsfólkini fáa brillur ella linsur, ið eru ætlað til tað ávísa arbeiðið.
Um ein kanning vísir, at neyðugt er við skermbrillum ella linsum, og egnar brillur ikki kunnu nýtast, skal arbeiðsgevarin rinda fyri skermbrillurnar.
Hesir veitarar eru løggildir at veita trukkskeið:
Vinnukortið v/ Jensi Hansen
Telefon: +298 21 62 22
Teldupostur: jens@vinnukortid.fo
Veitir:
Skeið til allar trukkar
Skeið til allar kranar á landi, tó ikki tornkrana (A) og mobilkrana (B)
Sunnfrid Isaksen
Telefon: +298 58 71 39
Telsupostur: sunnfridisaksen@hotmail.com
Heimasíða: www.vinnuprogvid.fo
Veitir:
Øll skeið innan gaffiltrukk
Tekur tú trukkskeið frá skeiðsveitara, sum er góðkendur av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, avgreiðir skeiðsveitarin skjøl og umsókn víðari til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, tá tú hevur staðið ástøðiligu og verkligu royndina.
Harumframt innkrevur skeiðsveitarin gjaldið á 1000kr. til myndugleikan.
Vinnubrævið verður sent tær við vanligum posti.
Er títt vinnubræv t.d. burturmist, kanst tú søkja um at fáa tað endurútskrivað. Kostnaðurin er 350 kr.
Tú kanst søkja talgilt á heimasíðuni hjá myndugleikanum ella við einum vanligum oyðublaði, sum tú sendir við postinum ella við einum telduposti.
Hesi skjøl skulu sendast inn til Arbeiðs-og brunaeftirlitið saman við:
Avrit av gamla vinnubrævinum
Kvittan fyri gjald á 350 kr.
Passmynd
Arbeiðsumhvørvislógin áleggur øllum føstum arbeiðsplássum ella deildum, har ið 10 fólk ella fleiri arbeiða, at samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum. Sí vegleiðing um trygdarskipan á føstum arbeiðsplássum her.
Arbeiðsgevarin ella eitt umboð fyri arbeiðsgevaran kallar øll starvsfólk inn til felags fund at velja trygdarumboð. Arbeiðsgevarin og onnur leiðsluumboð luttaka tó ikki á hesum fundinum.
Starvsfólk kunnu bjóða seg fram til valið at vera trygdarumboð, og tann/tey, ið fáa flestar atkvøður, verða vald. Bjóðar einki starvsfólk seg fram at vera trygdarumboð, stendur valið millum øll starvsfólkini. Tað starvsfólkið, ið tá fær flestar atkvøður, verður trygdarumboð.
Talið av trygdarumboðum eigur sum minsta mark at samsvara við tal av deildum ella arbeiðsøkjum við 10 ella fleiri starvsfólkum.
Er talan um eitt arbeiðspláss við fleiri smærri deildum ella arbeiðsøkjum, ið til samans telja 10 ella fleiri fólk, velja smáu deildirnar sær eitt felags trygdarumboð. Mælt verður til, at hetta verður skipað soleiðis, at tær deildirnar, ið hava eins ella álík arbeiðsumhvørvi, hava felags trygdarumboð.
Er talan um arbeiðspláss við fleiri smærri deildum, har ið heilsu- og trygdarligu avbjóðingarnar í arbeiðsumhvørvinum eru stórar, verður rátt til, at deildirnar hava egið trygdarumboð.
Ja. Arbeiðsgevarin skal syrgja fyri, at allir limirnir í trygdarskipanini fara á eitt trygdarskeið, ið er góðkent av Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Arbeiðsgevarin rindar fyri trygdarskeiðið, og limirnir í trygdarbólkunum hava skyldu til at luttaka á trygdarskeiðnum.
Góðkendu skeiðsveitararnir eru:
ANSNI
Telefon: 606060
Teldupostur: ansni@ansni.fo
Annika Berg
Telefon: 225242
Teldupostur: annika_berg@hotmail.com
Fyri at fáa bræv sum vinnukavari skal umsøkjarin prógva:
Útbúgving sum vinnukavari til eitthvørt endamál, undir hesum eisini vinnukavarahjálparfólk, kann verða fingið á kavaraskúla ella á kavaraskeiði, sum eru góðkend av Próvtøkunevndini fyri kavaravinnu. Sí oyðublað til læknakanning her.
Hesi eru løggild at veita fyrstuhjálparskeið til vinnukavarar:
Veitir:
Fyrstuhjálp – vinnukaving
Fyrstuhjálp, endurútbúgving – vinnukaving
Veitir:
Fyrstuhjálp – vinnukaving
Fyrstuhjálp, endurútbúgving – vinnukaving
Veitir:
Fyrstuhjálp – vinnukaving
Fyrstuhjálp, endurútbúgving – vinnukaving
Veitir:
Fyrstuhjálp – vinnukaving
Fyrstuhjálp, endurútbúgving – vinnukaving