Brunatrygd
Brunatrygd hevur stóran samfelagsligan týdning. Er brunatrygdin ikki í lagi, kann tað kosta mannalív, eins og onnur stór virði kunnu fara fyri skeytið. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur sum endamál at fyribyrgja eldsbruna og avmarka fylgjurnar av møguligum eldsbruna.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið virkar út frá kapitli 8 um fyribyrging o.a. í tilbúgvingarlógini. Hetta merkir, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið umsitur viðurskifti, ið snúgva seg um:
- viðgerð av byggimálum, har eldhættisligt virksemi er ella verður sett á stovn
- brunasýn av øllum alment atkomuligum bygningum (ikki privatum sethúsum og íbúðum)
- brunasýn av eldhættisligum virksemi
- tilbúgvingarætlanir við størri uttandura tiltøkum, sum t.d. festivalum
Gevið gætur, at øll byggimál skulu fyrst til viðgerðar hjá kommunala myndugleikanum. Kommunali byggimyndugleikin sendir málið víðari til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at viðgera.
Trýst her fyri at lesa lógir og kunngerðir um brunatrygd.
Trýst her fyri at lesa vegleiðingar um brunatrygd.