09. des. 2016

Henrik Old: Arbeiðseftirlitið skal aftur verða sjálvstøðugt

Henrik Old vil hava Arbeiðseftirlitið og Brunaumsjónina samansjóðað í ein stovn. Hann vónar at fáa økt játtanina til Arbeiðseftirlitið við einari góðari millión krónum afturat í hesum valskeiðnum og vil fegin geva stovninum greiðari politiska uppbakking.

Ingolf S. Olsen – PRESS

Arbeiðsumhvørvið skal uppraðfestast, tað stendur í fylgiskjalinum til samgonguskjaldið, og stendur tað til Henrik Old, samferðslumálaráðharra, so verður Arbeiðseftirlitið skjótt aftur ein sjálvstøðugur stovnur.

Arbeiðseftirlitið var ein sjálvstøðugur stovnur til 2011, tá tað formliga varð lagt undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Tá landsstýrið varð skipað tíðliga í fjør heyst, bar býtið av málsøkjum boð um, at henda samgongan hevði aðrar ætlanir við Arbeiðseftirlitinum enn undanfarna samgongan.

Tí stovnurin varð lagdur undir Samferðslumálaráðið, sjálvt um hann framvegis formliga er ein eind undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum.

Parlag við Brunaumsjónina
Sjálvt um Arbeiðseftirlitið skal hava sítt sjálvræði aftur, so verður tað tó ikki einsamalt. Politiska ætlanin er nevniliga at leggja Arbeiðseftirlitið og Brunaumsjón Landsins saman í ein sjálvstøðugan stovn. Brunaumsjón Landsins er í dag stovnur undir Fiskimálaráðnum.

- Arbeitt verður við málinum, og vónandi verður komið á mál í góðari tíð í hesum í valskeiðnum. Tað er meira náttúrligt, at Arbeiðseftirlitið og Brunaumsjónin verða sjóðað saman í ein sterkan stovn, enn at Arbeiðseftirlitið bara er ein eind undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur Henrik Old.

Hann harmast skerjingina av Arbeiðseftirlitinum, sum byrjaði fyri seks-sjey árum síðani, og ætlar at fáa orkuna aftur á sama støði, sum hon var áðrenn skerjingina.

- Vit øktu játtanina til Arbeiðseftirlitið við 600.000 krónum í ár, og høvdu vit fingið tvær ferðir tað afturat í hesum valskeiðnum, so hevð eg verið nøgdur, sigur Henrik Old.

Játtanin í ár er 4,1 millión krónur

Broyttur arbeiðsmarknaður
Tað er upp á nógvar mátar blivið nógv betri skil á arbeiðsmarknaðinum hesi seinastu árini, hvat trygd viðvíkur, heldur hann, men tørvurin á einum sterkum og vælvirkandi Arbeiðseftirliti er kortini ikki vorðin minni.

- Tað er hent ótrúliga nógv hesi seinastu árini. Eg ivist ikki í, at tað serliga eru tey ungu, sum dríva verkið. Tey eru meira tilvitað um hesi tingini, enn man var fyrr, og tey finna seg ikki bara í hvørjum sum helst.
- Enn haltar kanska eitt sindur onkustaðni, men gjøgnumgangandi haldi eg, at vit eru á hædd við hini Norðurlondini, tá tað ræður um tað fysisku trygdina á føroyskum arbeiðsplássum. Og tað, er tað, vit skulu stremba eftir – at vera á hædd við hini Norðurlondini – og ikki smæðast at kopiera teirra skipanir. Norðurlond hava ein høgan standard, og tað er ikki neyðugt at uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum, hvørja ferð okkurt skal gerast viðvíkjandi arbeiðstrygd, sigur Henrik Old.

Málið hjá honum er at gera politisku uppbakkingina til Arbeiðseftirlitið sjónligari, enn hon er í dag.

- Arbeiðseftirlitið hevur víðar heimildir, men vit sum politiskur myndugleiki skulu vera betri til at signalera, at tað eisini er í lagi at brúka hesar heimildirnar. Til dømis tá ið eitt álvarsligt óhapp ella vanlukka hendir á einum arbeiðsplássi, so eigur tað at vera føst mannagongd, at arbeiðið steðgar, til orsøkin til hendingina er funnin, og vandin fyri eini endurtøku er burturbeindur.
- Har skulu ongi atlit takast til, um tað kanska liggja 30 tons av upsa, ella 100 tons av makreli, sum so ikki kunnu virkast. Heimildirnar eru har, men eg ivist í, um tað er nóg væl útgreinað, at tað eisini er slíka atferð, vit vænta okkum av Arbeiðseftirlitinum, sigur Henrik Old.

Avrik og strongd
Men trygd á arbeiðsplássinum snýr seg í dag eisini um annað enn at verja lív og limir.
- Nú er serliga nógv uppmerksemi um tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, tí tað vísir seg, at alt ov nógv fólk leggjast fyri av strongd. Hví tað er, er ikki gott at vita, men eg giti, at ein orsøk er henda ógvusliga fokuseringin upp á avrik. Eg havi ongantíð orka fyri hesum avrikssáttmálunum, sum hava vunnið fram seinastu árini.
- Teir minna meg um tann gamla sjálvdráttin umborð á fiskiskipum. Tað var bara hugt eftir, hvør dróg mest inn um lúnningina. Men tann, sum fiskaði minst, var kanska raskastur at gera reint – eisini fiskin hjá hinum, sum hann tó onki fekk fyri. Soleiðis er í flestu arbeiðsviðurskiftum, at tað er órættvíst bara at stara seg blindan upp á ein part av samlaðu myndini, sum kann mátast.
- Eg haldi, man skal vera eitt sindur varin við at máta alt, sum gjørt verður á einum arbeiðsplássi, upp á handa mátan. Tað má snarast aftur frá hesum, so at fólk føla, at tey hava gjørt tað, tey skulu á arbeiðnum, uttan at tað hvørja ferð skal leggjast fyri ein stjóra ella arbeiðsleiðara til dóms, sigur Henrik Old.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd