25. jun. 2019

Nýggj vegleiðing um trygdarskipan á føstum arbeiðsplássum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur gjørt eina nýggja vegleiðing um trygdarskipan á føstum arbeiðsplássum. Endamálið við vegleiðingini er at greiða frá, hvussu trygdar-og heilsuarbeiðið á føstum
arbeiðsplássum skal skipast og hvørjar uppgávurnar hjá pørtunum í trygdarskipanini eru.

Vegleiðingin greiðir frá, hvussu heilsu- og trygdararbeiðið skal skipast samsvarandi við starvsfólkatali, og vísir á, hvørjar uppgávurnar hjá pørtunum í trygdarskipanini eru.

Ein virkin trygdarskipan hevur stóran týdning fyri arbeiðsumhvørvið. Arbeiðspláss, ið hava eina virkna trygdarskipan, eru betri før fyri at loysa trupulleikar og avbjóðingar, ið snúgva seg um heilsu og trygd í arbeiðsumhvørvinum, somuleiðis sum ein virkin trygdarskipan kann verða við til at fyribyrgja arbeiðsóhappum og øðrum neiligum ávirkanum, ið arbeiðsumhvørvið kann hava á starvsfólk. 

Arbeiðsumhvørvislógin áleggur øllum arbeiðsplássum ella deildum, har ið 10 fólk ella fleiri starvast, at samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum.

 

Trýst á leinkið fyri at lesa vegleiðingina. 

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd