18. des. 2020

Eysturoyartunnilin góðkendur til almenna ferðslu

Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava í dag góðkent Eysturoyartunnilin til almenna ferðslu. 90 fólk tóku lut í stórari venjing í Eysturoyartunlinum í gjárkvøldið.


Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Eysturoyartunlinum, men áðrenn Eysturoyartunnilin kundi endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum trýstroynast í einari stórari venjing.

Venjingin var í gjárkvøldið. Umleið 90 fólk frá Politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Skálafjarðar Sløkkiliði, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.

Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina. Løgreglan, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Eysturoyartunlinum.

Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Eysturoyartunnilin lýkur øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Eysturoyartunnilin til almenna ferðslu.

 

Føroya Politi                                Landsverk                           Arbeiðs – og brunaeftirlitið

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd