29. apr. 2021

Arbeiðs- og brunaeftirlitið gevur út tríggjar nýggjar vegleiðingar

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur í dag givið út tríggjar nýggjar vegleiðingar. Talan er um vegleiðingar við heitunum Tá ið álvarsliga sjúka rakar ein starvsfelaga, Umsorganarsamrøður, og Til arbeiðis aftur eftir strongd.

Til tess at hjálpa arbeiðsgevarum at handfara avbjóðingar, ið álvarslig sjúka hjá einum starvsfólki kanna hava við sær, vísir Arbeiðs- og brunaeftirlitið í vegleiðingini Tá ið álvarslig sjúka rakar ein starvsfelaga á uppskot til innihald í leiðreglur fyri handfaring av álvarsligari sjúku.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið leiðbeinir eisini í vegleiðingini Umsorganarsamrøður um, hvussu arbeiðsgevarin kann vísa umsorgan fyri starvsfólki, ið av ymsum orsøkum, so sum vantandi trivnaði, strongd ella avbjóðingum í heimalívinum ikki fáa arbeitt sum vanligt. Umsorganarsamrøður hava somuleiðis sum endamál at varðveita tilknýtið millum arbeiðspláss og starvsfólk.

Tá ið eitt starvsfólk skal byrja til arbeiðis eftir at hava verið sjúkraskrivað orsakað av strongd, hevur tað stóran týdning, at serlig atlit vera tikin til starvsfólkið. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur tískil gjørt eina vegleiðingin um, hvussu arbeiðsgevarin saman við starvsfólkinum kann leggja eina ætlan fyri, hvussu starvsfólkið kann byrja aftur í arbeiðinum. Samstundis verður í vegleiðingini víst á týdningin í at arbeiðsgevarin tekur sjúkraskrivingar orsakað av strongd í álvara og ger sína lógarbundna skyldu at bøta um tey viðurskifti, ið elva til strongd.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd