03. jan. 2018

Uppskot til kunngerðir til hoyringar

Tann 20. desember 2017 sendi Samferðslumálaráðið 4 nýggj kunngerðaruppskot til hoyringar. Øll uppskotini hava heimild í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi.

Talan er um fylgjandi uppskot:

  • Uppskot til kunngerð um innrætting og nýtslu av trýstberandi útbúnaði: Uppskotið savnar allar reglurnar um trýstberandi útbúnað í einari dagførdari kunngerð. Við galdandi kunngerðum er hetta býtt yvir 4-5 ymiskar kunngerðir, harav tann elsta er frá 1950.

 

  • Uppskot til kunngerð um uppseting og nýtslu av elevatorum o.ø.: Uppskotið er ein dagføring og nágreinan av galdandi reglum, og stuðlar m.a. undir ásetingarnar í nýggju byggireglugerðini fyri Føroyar.

 

  • Uppskot til kunngerð um løggilding av serkønum veitarum mótvegis Arbeiðs- og brunaeftirlitinum: Uppskotið savnar og dagførir flestu løgildingarheimildirnar  hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, í einari dagførdari kunngerð. Hetta tryggjar, at øll løggildi virkir koma at virka undir somu krøvum og treytum.

 

  • Uppskot til kunngerð um gjøld fyri løggildingar, ávís eftirlit og loyvisbrøv frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.: Uppskotið kemur ístaðin fyri tvær eldri kunngerðir um gjøld, soleiðis at heimildirnar nú blíva savnaðar í einari kunngerð. Í hesum sambandinum eru gjøld fyri uppgávur, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið ikki longur ger, strikaði, meðan onnur gjøld og orðingar eru dagførdar.

Samferðslumálaráðið hevur sett hoyringsfreistina til 26. januar 2018. Uppskotini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Føroya Landsstýri: http://www.foroyalandsstyri.fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd