17. apr. 2018

Munagóð eftirlit betra um arbeiðsumhvørvið í byggivinnuni

Síðan 2015 hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt málrættaðar eftirlitsvitjanir í byggivinnuni, har serligur dentur m.a. er lagdur á eftirlit við byggipallum, tøkniligum hjálpartólum og vandanum fyri at detta niður í sambandi við arbeiði í hæddum. Staðfestir Arbeiðs- og brunaeftirlitið manglar í mun til arbeiðsumhvørvi, verða boð givin um at fáa manglarnar í rættlag.

 

Málið hjá myndugleikanum er, at øll byggipláss skulu vitjast minst eina ferð.

Hagtølini vísa ein greiðan samanhang millum málrættaðu eftirlitsvitjanirnar og batar í arbeiðsumhvørvinum:

  • Í 2015 vóru 93 eftirlit gjørd og 479 boð givin.
  • Í 2016 vóru 115 eftirlit gjørd og 261 boð givin.
  • Í 2017 vóru 93 eftirlit gjørd og 127 boð givin.

Lítil ivi er tískil um, at eftirlitini seinru árini hava eina jaliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið í føroysku byggivinnuni - og at støðið áhaldandi batnar. 

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd