26. jun. 2018

Brunatrygd á kampingplássum

Nú háárstíð er fyri kamping, vil Arbeiðs- og brunaeftirlitið heita á allar kamparar um at hava brunaviðurskiftini í lagi og gera seg kunnugar við trygdarkrøvini fyri økið.

Á øllum kampingøkjum eigur ein kunningartalva at vera við inngongdina til økið.

 Kunningartalvan eigur at vísa á:

  • At frástøðan millum hvørja kampingeind eigur at vera í minsta lagi 3 metrar.
  • At eingin kampingeind má standa innibyrgd, men eigur at kunna flytast til eina og hvørja tíð.
  • At rýmingarleiðirnar (til- og frákoyringarvegir) eiga at vera í minsta lagi 5 metur breiðar.
  • Hvar sløkkiútgerð er og hvussu hon verður nýtt.
  • Aðrar galdandi reglugerðir fyri kampingplássið.

 

Mælt verður eisini til at:

  • Tú kunnar teg um trygdarásetingar á kampingplássinum og hvar nærmasta sløkkiútgerð er.
  • Tú ikki grillar ov nær kampingeindini ella øðrum, ið kann brenna.
  • Tú altíð hevur sløkkiútgerð í nánd og til reiðar, tá ið tú grillar.
  • Tú hevur roykvarnara í kampingeindini.
  • Tú tryggjar tær, at gassfløskur, slangur og sambindingarliðir eru í góðum standi og verða kannaðir regluliga.

 

Sí eisini vegleiðingina Trygd við grillina

 

 

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd